Vit byrja tann 10 okt 2013 - Lærið enskt á byrjanarstigi 18:30 / Enskt á enskum kl 20:20

Nú fer enskt at byrja. Eg gleði meg at síggja tykkum hóskvøldi annaðhvørt kl 18:30 ella 20:20 í hølunum hjá Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, J.H.Schrøtersgøta 1 í Havn.

Minnist til at hava notat-heft og okkurt at skriva við. Tit kunna taka farteldu við um tit ynskja tað. Eitt krúss til "a cup of tea" er eisini hjartaliga vælkomi.

Vinarliga prenta henda bólklingin út: Book 3 - PRINT & GO ESL Reading Worksheets

Um tú ikki hevur atgond til prentara ert tú vælkomin at senda mær teldupost og biða um eitt avrit. 

 Lærið enskt á byrjanarstigi
Skeiðið er ætlað teimum, ið hava hug at brúka enska málið heima ella uttanlands.
Vit byrja við grundleggjandi mállæru og gera einfaldar setningar fyri at skilja mállæruna. Setningarnir verða síðani settir saman til ein tekst, ið tit hava fyri til næsta undirvísingarkvøld.
Dentur verður lagdur á rætta úttalu, og vit fara tí at brúka fonetiska ljóðskrift. Eisini koma tit at spæla spøl, syngja, skriva fyrisøgn og "baka á enskum". Harumframt sleppa næmingarnir upp til smærri skrivligar royndir.
Best er, um næmingarnir eiga bókina Ensk mállæra eftir Ásu Hátún og Unu Poulsen. Men ikki er neyðugt at keypa hana, fyrr enn skeiðið er byrjað.
Sí meira á blogginum englishwithsigga.blogspot.com
Lærugr. nr.1100 
StaðKvøldskúlin
TíðHósdag kl. 18.30 - 20.10
LærariSIV
Gjaldkr. 600
Slóðenglishwithsigga.blogspot.com
 Lærið enskt á enskum
Endamál: At vera før/ur fyri at samskifta á enskum. Tit fáa eisini avbjóðingar við at lesa og lurta eftir tekstum á ymsum torleikastigi.
MálbólkurTil teirra, ið skilja eitt sindur av enskum, men hava ov lítlan førleika at evna rættar setningar og annars at orða seg nóg væl á enskum.
InnihaldDentur verður lagdur á at lesa og skilja enskar tekstir og royndarvenjingar. Venjing í at føra samrøður í bólkum. Lesa og skilja tekstir á ymsum torleikastigum. Gjøgnumgongd av pørtum av mállæruni.
Tit koma at arbeiða í bólkum, har tit fyrireika framløgur fyri flokkinum. Ljóðskrift, ið er eitt hent amboð, tá nýggj orð skula lærast, verður eisini partur av undirvísingini.
Smáar uppgávur at arbeiða við í flokkinum og sum heimaarbeiði. Tit koma at hjálpa hvørjum øðrum við skrivliga arbeiðinum.
Fyritreyt: Tað er neyðugt at hava havt enskt fyrr og at vilja fara til smáar skrivligar royndir fyri at meta um enskt førleikan.
Tilfar og bøkurVíst verður til bókatilfar við skeiðsbyrjan. Kopierað tilfar o.a.
Sí meira á blogginum englishwithsigga.blogspot.com
Lærugr. nr.1118 
StaðKvøldskúlin
TíðHósdag kl. 20.20 - 22.00
LærariSIV
Gjaldkr. 600
Slóðenglishwithsigga.blogspot.com

No comments:

Post a Comment